Væntast kunnu omanfyri 1000 áskoðarar í kvøld


Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í gjár í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í kvøld.




Tað er nógv, sum skal fáast upp á pláss. Hondbóltsgólvið skal leggjast, tribunur hálast út, fløgg hangast upp, LED-skíggjar setast fram við gólvinum, lýsingar klistrast á gólvið og mangt annað.



Pláss er fyri 3.000 áskoðarum í Farum Arena. Væntast kunnu nakað omanfyri 1.000 áskoðarar til dystin í annaðkvøld móti Montenegro.



Dysturin byrjar klokkan 19.30 danska tíð.



Um tú enn ikki hevur ognað tær pláss til dystin, kunnu tey keypast her.