Veðurlagsverkfall á skúlanum á Giljanesi


Elin Sólvør á Løgmansbø og Krista Krossá Johansen, næmingar í 9. fl. á Giljanesi, hava tikið stig til verðulagsverkfall á skúlanum.



Fyrsta verkfalli var í dag.




Við verkfallinum vilja tær varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar, og hvat tann einstaki og ikki minst, hvat okkara politikararar mugu gera.
Tær dugdu væl at bera boðskapin fram, og eitt gott kjak kom burturúr.



Fleiri flokkar vóru farnir útferð í góðveðrinum, men kortini møttu nógv á trappuni.



Teirra ætlan er, at hádeildin skal fara í veðurlagsverkfall hvønn hósdagi frá kl. 10.00 – 10.30.