Vestanstevnurenningin verður í morgin


Leygarmorgunin kl 11:00 verður Vestanstevnurenning fyri bæði børn og vaksin. Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður út til Bíggjars og aftur – altíð ein stak vakur túrur.



Kappast verður í bólkunum:



Børn upp til 7 ár, 7-10 ár, 10-13 ár,



Unglingar gentir og dreingir 14-17 ár



Kvinnur, veteranar og superveteranar og menn, veteranar og superveteranar



Frælsi bjóðar frukt og vatn og ein drekkamunn við heimabakaðum køkum afturvið.



Stuðlar eru KJO við Kristian Olsen og FK í Vágum.



Til ber at tekna seg á www.Fif.fo ella á staðnum.