Vónbrotið er stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði


Fyri ikki at órógva støðuna hjá møguligum umsøkjarum úr Sandoynni valdi eg at tiga í fjørheyst, tá bert nøkur tons av menningarkvotu endaðu í Sandoynni.



Menningarkvoturnar gjørdu tó góðan mun aðrastaðni í landinum, har ferðasambandið ikki avmarkar arbeiðsmøguleikarnar. Tað kom uttan iva væl við har, og væl gangist teimum.




Við stóru avbjóðingunum, ið Sandoyggin hevur, er eingin ivi um, at menningarkvoturnar her kundu gjørt stórt gagn.



Spenningurin var tí ikki ongin hesu ferð í sambandi við útlutingina av menningarkvotunum. Eg visti, at umsøkjarar úr Sandoynni høvdu fyrireikað seg væl, og umfatandi ætlanir eru á borðinum. Ætlanir, ið kundu lyft økið aftur, so sum ætlanin við menningarkvotunum er.



Hesir umsøkjarar hava bíðað í spenningi, meðan landsstýrismaðurin í onkrum slagi av atgerðarloysi enn einaferð læt vinnuna bíða eftir sær.



Nú úrslitið – fleiri mánaðir ov seint – verður kunngjørt, er vónbrotið stórt, tí Sandoyggin aftur bert fekk molarnar av Høgnasa borði. Freistandi er at halda at metingarnevndin er polittiska skálkaskjólið hjá landsstýrismanninum.



Eg havi til tað síðsta vónað, at Sandoyggin fekk ein lítlan møguleika aftur at gera seg galdandi á fiskivinnuøkinum. Men við smáum molum, ið einans eru galdandi fyri eitt ár, er torført at byggja nakað varandi upp. Uttan mun til hvør ið fingið hevur molarnar.



Tann skaði, ið manglandi evnini hjá landsstýrismanninum at avgreiða mál hevur gjørt á okkara einaferð so stolta flokk, er ringur at spáa um.



Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp til Løgtingsvalið, og eg havi avgjørt at játta. Flokkurin hevur tørv á eini mótvekt til tað linju, ið verandi leiðsla hevur lagt. Avgreiðslan, og útlutanin av menningarkvotunum, er enn eitt tekin um tað.

Páll á Reynatúgvu