Zoran verður eisini við komandi ár


Nýggi áleypari okkara, Zoran Vujovic, verður eisini við komandi ár, tá vit skulu upp i Betri deildina at spæla. Zoran koma vestur í summar, eftir hava spælt nakrar dystir við B68.






34-ára gamli serbin kom til B68 í 2018, men spældi bert 10 dystir í hálvtannað ár fyri toftamenn. Í summar skifti hann vestur, og, eftir at hava arbeitt ein skaða av sær, fekk hann sín fyrsta dyst móti júst B68. Í harða dystinum kom hann inn og gjørdi veruliga mun beinanvegin. Í yvirtíðini gjørdi hann eitt super trekk móti baklinjuni í høgru, áðrenn hann serveraði flatt innlegg fyri Marjus, sum avgjørdi dystin.




Hann fekk 6 dystir afturat, og hesar 7 dystirnar skoraði hann 3 mál, og gjørdi stóran mun í sterka endaspurti okkara, sum førdi til eitt annaðpláss og uppflyting.




Zoran hevur leikt fyri fleiri feløg á longu yrkisleið síni, síðan hann fór frá Partizan Beograd sum ungur leikari. Harímillum eru nøkur feløg í bestu deildini í Serbia, og so Vendsyssel í Danmark og Fjarðabygd í Íslandi.




Komandi ár kemur hann so at umboða 07 Vestur í bestu deildini í Føroyum, skrivar 07vestur.fo.