Jan Ziskasen heldur fram á Føroya Tele

Vinna27-10-2020 - 18:43 - Jóanis Albert Nielsen

Jan Ziskasen heldur fram í stjórastarvinum á Føroya Tele og verður nevndarlimur í NET. Nevndin í Føroya Tele og nevndin í NET fara at seta eina kanning í verk, sum skal greina, hvussu tað er skilabest at skipa NET frameftir.

Nevndin í Føroya Tele staðfesti á nevndarfundi í dag, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri í Føroya Tele.

Bjarni Arnason, ið tók við sum nevndarformaður týsdagin í síðstu viku, hevur seinastu dagarnar umrøtt støðuna saman við stjóranum. Semja er gjørd um, at Jan Ziskasen heldur fram sum samtaksstjóri á Føroya Tele, og at hann tekur sæti í nevndini í NET.

– Við hesi loysnini fáa vit Føroya Tele trygt víðari við einum stjóra, sum er dugnaligur, framsøkin og væl lýddur. Samstundis tryggja vit neutralitet í NET, umframt at nevndin í Føroya Tele, samtaksstjórin og nevndin í NET eru samd um at kanna viðurskiftini nærri fyri at tryggja málið hjá landsstýrinum um gjøgnumskygni og kapping á fjarskiftisøkinum, sigur Bjarni Arnason, nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele.

– Eg eri fegin um semjuna, ið nevndin og eg eru komin fram til. Nú hyggja vit frameftir og halda á við arbeiðinum at vera millum heimsins fremstu innan fjarskifti til frama fyri allar føroyingar, sigur Jan Ziskasen.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur givið nevndini í Føroya Tele og nevndini í NET ein greiðan arbeiðssetning. Landsstýrismaðurin hevur heitt á nevndirnar um at kanna nærri, hvussu ein full, ognarlig sundurskiljing fer at ávirka fjarskiftismarknaðin, og hvørjar fyrimunir og vansar ein sundurskiljing hevur fyri Føroya Tele samtakið. Kanningin skal eisini lýsa, um tað finnast aðrar leiðir at røkka fullum gjøgnumskygni og fríari og javnari kapping á fjarskiftismarknaðinum.

Bjarni Arnason sigur, at nevndin í næstum fer at viðgera nærri, hvussu ein óheft kanning skal setast í verk, og at nú hava Føroya Tele og starvsfólkini í samtakinum uppiborið tryggleika og arbeiðsfrið.

– Føroya Tele er eitt sera spennandi samtak við dugnaligum starvsfólkum, og her liggja spennandi uppgávur og avbjóðingar fyri framman. Nú fara vit at hugsavna okkum um dagliga virksemið og allar menningarmøguleikarnar, sum samtakið hevur, sigur nýggi nevndarformaðurin í Føroya Tele.