Jaspis og Ametyst hava landað

Vinna10-05-2019 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Jaspis og Ametyst hava landað - Jaspis landaði á Toftum og Ametyst landaði í Havn, teir høvdu tilsamans 210.000 pund.

Harav 60.000 pund var toskur og meginpartirin av restini var upsi. Ter hava hendan túrin roynt norðanfyri og eystanfyri.

Jaspis og Ametyst fóru nýggjan túr í gjár.