Javnaðarflokkurin vil stytta vanligu arbeiðsvikuna

politikkur25-02-2020 - 15:01 - Jóanis Nielsen

Javnaðarflokkurin leggur nú fram uppskot til samtyktar um stigvíst at stytta lógarásettu arbeiðsvikuna komandi árini. Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív, siga tinglimir Javnaðarfloksins.

Í fleiri áratíggju hava fakfeløgini stríðst fyri styttri arbeiðsviku. Arbeiðið hevur givið úrslit, og varð arbeiðsvikan so líðandi stytt úr 48 tímum niður í 40 tímar í seksti- og sjeytiárunum. Seinastu 40 árini hevur lógarásetta arbeiðsvikan í Føroyum tó verið óbroytt. Til samanberingar varð lógarásetta arbeiðsvikan Í Danmark stytt niður í 37 tímar longu í 1990. Summi fakfeløg hava kortini samrátt seg til eina styttri arbeiðsviku í sáttmála millum partarnar.

Nú halda tinglimir Javnaðarfloksins, at tíðin er komin til stigvíst at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar komandi árini. Tí hava tey latið inn uppskot til samtyktar, har tey heita á landsstýrið um at taka hetta málið upp til trípartasamráðingar og síðani leggja lógaruppskot fyri løgtingið.

Hvat fer hetta at merkja?

Ein stytting av arbeiðsvikuni førir ikki við sær, at vanliga vikulønin verður lækkað. Mánaðarlønt í tí almenna fáa somu løn fyri færri arbeiðstímar. Tímalønt í privatu vinnuni kunnu framvegis arbeiða t.d. 40 tímar um vikuna, men verða so lønt fyri yvirtíð aftaná 37 tímar.

Og harafturat vil tað merkja, at fleiri av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð verða tættari at fullum brøki. Stytta vit arbeiðsvikuna, merkir tað, at tey, ið framvegis velja at arbeiða t.d. 30 tímar um vikuna, fáa løn fyri 30/37 partar heldur enn 30/40 partar. Hetta vil tískil verða ein lønarhækking.

Tørvur á broytingum

Hagtøl frá Hagstovu Føroya 2018 vísa, at føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa. Men hagtøl frá 2013 vísa eisini, at føroyskar kvinnur liggja triðovast í heiminum, tá tað kemur til at arbeiða niðursetta tíð. Umleið 52 % av arbeiðsvirknum kvinnum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð samanborið við 43, 41 og 18,5 % í ávikavist Norra, Svøríki og Finnlandi. Eisini síggja vit, at talið av teimum, sum gerast strongd, er hækkandi í okkara parti av heiminum. Ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman, skrivar Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

Fleiri fakfeløg m.a. Heilsuhjálparafelagið og Starvsmannafelagið hava eisini í fleiri umførum víst á, at tørvur er á at stytta arbeiðsvikuna. Heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísa millum annað á, at tað teirra øki ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum.

Javnaðartinglimirnir vísa í uppskotinum á, at arbeiðsvikan eigur at verða stytt yvir nøkur ár. Tey vísa á, at tað til dømis ber til at stytta vikuna við einum tíma annaðhvørt ár. Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív, siga tinglimir Javnaðarfloksins.