Javnbjóðis rættindi til foreldur - Ov tíðliga fødd børn

Politikkur20-08-2019 - 07:00 - Jóanis Albert Nielsen

Skipanin við barnsburðarfarloyvi, er neyðug at fáa dagførda. Tað er ongin loyna at ein nýføðingur hevur tørv á sínum foreldrum, og somuleiðis hava foreldrini eisini tørv á tíð til hetta nýggja mennikjað. Eg vil tí virka fyri at foreldrini fáa frælsi til at velja hvussu hetta verður gjørt.

Tá børn eru fødd ov tíðliga, eru tey ikki klár til lívið. Tey hava serligan tørv ta fyrstu tíðina, fyri at fóta sær, og tí eru tey eisini á sjúkrahúsi longri í fleiri førum. Sum er telur farloyvi frá tí at barnið er føtt, og tí fer partur av farloyvinum til at verða innlagdur við sínum barnið.
Tí vil eg virka fyri at: um barnið er føtt áðrenn viku 37 ( præmatur) skal farloyvi farloyvi ikki byrja fyrr enn mamman hevði termin. Um barnið hevur er innlagt eftir hetta, skal farloyvið byrja tá barnið er útskrivað.

Vel ein flokk, ið hugsar um at øll familjan skal hava tað gott.

Vel ein á lista A - fólkaflokkurin
Rigmor Rasmussen