Jens Erik var liðskipari og toppskorari tá vit fluttu upp í 2010. Hegga, í bakgrundini, var eisini venjari tá.

Jens Erik verður hjálparvenjari hjá 07Vestur

ítróttur18-10-2013 - 01:48 - Jóanis Nielsen

 Nú er eisini greitt, at Jens Erik Rasmussen verður hjálparvenjari okkara komandi trý árini. Jens Erik skal eisini standa á odda fyri unglingaliðinum (U18).


Jens Erik er sjálvandi væl kendur av øllum í fótbólts-Føroyum. Hann hevur eina langa karrieru sum leikari, 25 landsdystir (írokna vinardystir), 450 dystir, og heili 185 mál, í vaksnu deildunum í Føroyum, umframt nøkur ár uttanlanda við Leiftur og Esbjerg.

Nú verður hann so aftur í 07 Vestur, har hann, saman við Hegga, skal taka sær av 1. liðið okkara, umframt at taka sær av unglingaliðinum.

Vit gleðast um at Jens Erik er við okkum aftur og ynskja tillukku við starvinum, tað skrivar 07Vestur á heimasíðu síni.