JN.fo hevur 7-ára dag í dag

mentan13-07-2020 - 20:38 - Jóanis Albert Nielsen

Tað var í 2004 at Jóanis Nielsen byrjaði uppá heimasíðuna joanisnielsen.fo, men í 2013 avgjørdi hann saman við Knassum at gera eina nýggja og nútímans tíðindasíðu, og broytti navnið til JN.fo. í samstarvi við Knassar arbeiða vit at menna portalin JN.fo, vit eru væl nøgd við samarbeiðið okkara millum - Jóanis og Jóanis Albert skriva á JN.fo, men fáa myndir og onnur tíðindir frá nógvum ymiskum fólkum, sum hjálpa um at betra portalin.

Tað var 13. juli í 2013 at portalurin JN.fo byrjaði - t.v.s. at tað í dag eru 7 ára dagur.

Síðani JN.fo byrjaði, hava vit lagt 40500 greinar út, og tað er omanfyri 15 greinar um dagin.

Talið av vitjandi økist støðugt, og liggja vit yvir 26.000 ymiskar brúkarar um vikuna, sum vitja jn.fo.

Vit fáa nógvar positivar viðmerkingar um JN.fo, tað eru vit sera glað fyri, vit fara framhaldandi at royna at gera eitt enn betri arbeiði.