JN.fo sigur frá tveimum hálvfinalum í dag

ítróttur17-02-2019 - 10:48 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag verður greitt hvøjri lið koma í Faxe-kondi steypafinaluna í hondbólti.

Klokkan 14 seinnapartin í dag spæla kvinnurnar.
Kyndil tekur ímoti Stjørnuni, Kyndil vann fyrra dystin 34-19 og eru tær so gott sum víðari.
Í Vestmanna tekur VÍF ímóti H71, har er als einki avgjørt enn. VÍF vann fyrra dystin 26-25 í Hoyvík. Vit hava beinleiðis tekstafrásøgn frá tí dystinum.

Klokkan 18 í kvøld skulu mennirnir spæla.
Heldur óvæntað vann Kyndil við 6 málum á H71 í fyrra dystinum. H71 tekur í móti Kyndli í Hoyvík, og so er spurningurin um H71 klárar at innhenta 6 mál ímóti Kyndli.
Í Havn tekur Neistin ímóti KÍF, har stendur á jøvnum 25-25. Vit siga frá tí dystinum her á jn.fo.