Jóanis Albert stillar upp fyri Borgaralistan

Politikkur24-10-2020 - 21:31 - Jóanis Nielsen

Eg eri 24 ára gamal, uppvaksin og búsitandi í Sandavági.

Eg starvist til dagligt í Betri Banka í Miðvági, sum bankráðgevi. Harumframt verður eisini nógv orka løgd í jn.fo, sum gevur tíðindir til allar føroyingar, og har verður dentur eisini lagdur á at geva vágafólki tíðindir.

Trý orð sum lýsa meg væl eru, at eg eri miðvísur, treiskur og ágrýtin.

Eg havi altíð verið áhugaður í politikki, og vil eg geva mítt íkast til okkara góðu kommunu, sum eg stórtrívist í.

Tað er ikki eitt gott vørumerkið, at vit eru tann dýrasta kommunan í skatti. Eg vil arbeiða fyri, at borgarnir í kommununi skulu fáa betri fíggjarligt rásarúm. Tí haldi eg tað hava stóran týdning at skatturin verður lækkaður, og vilja vit lækka hann stigvíst niður á 21% í 2025. Eisini vil eg stigvíst arbeiða fyri, at fáa barnafrádráttin upp á 7.000 kr.

Í løtuni eru omanfyri 110 fólk á bíðilista til grundstykkir í Vága kommunu. Kommunan eigur altíð at hava grundstykkir tøk til borgarar, ið vilja búðseta seg her, teir verða við at fíggjað framtíð okkara.

Eg vil geva øllum í kommununi bestu karmar at trívast her í Vága kommunu.

X við Borgaralistan

X við Jóanis Albert Nielsen