Jóannes: Okkara avrik skal vera í lagi

ítróttur09-06-2019 - 23:22 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Undir seinastu venjingini, áðrenn dystin móti Norra, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen. Føroyska avrikið skal vera í lagi, sigur Jóannes millum annað.

Mánakvøldið klokkan 19:45 spælir føroyska landsliðið fjórða dystin í undankappingini til EM 2020, tá Norra kemur á vitjan á Tórsvølli.

Seinnapartin sunnudagin var seinasta venjingin á skránni, og undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen, sum leggur stóran dent á, at føroyska avrikið má og skal vera í lagi, um vit skulu hava nakran møguleika ímóti Norra.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=EwOXJGlWkuw]
Hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen, í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo