Nýggjastu


Jógvan spyr um álvarsligar avleiðingar av hjúnabandslógini

Politikkur18-09-2018 - 17:00 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Sirið Steenberg.

Um álvarsligar avleiðingar av hjúnabandslógini

Tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar, vóru vit fleiri, sum royndu at vísa á vandan í at gera hjúnabandið kynsneutralt.

Vit vístu á, at tað fór at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verða orsøk til radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi.

Her varð latið upp fyri nøkrum, sum fór at broyta alla siðvenju og verða orsøk til eina mentanarkollvelting í Føroyum við álvarsligum avleiðingum fyri komandi ættarlið.

Og tað er sjón fyri søgn.

Tað frættist nú, at nýggj kynsneutral oyðubløð eru gjørd í samband við giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóðar, so eru heitini ”maður” og ”kvinna/kona” beind burtur og strikað av vígslubrævinum, sum parið fær, tá ið tey eru gift, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men ”maki 1” og ”maki 2”.

Tú fært teg næstan ikki at trúgva hesum og spyrt teg sjálvan, um endamálið veruliga er at viska burtur biologiskt kyn og fáa fólk at hugsa og tosa í kynsneutralum ”termum”!

Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni:

1. Er tað veruliga satt, at orðini ”maður” og ”kvinna” eru strikað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í sambandi við borgarligt giftarmál?

2. Er tað rætt, at í hjúnabandsbókini í staðin fyri ”kvinnan” og ”maðurin” nú stendur ”maki 1” og ”maki 2”, og at tey eisini skriva undir við hesum heiti?

3. Hvussu nógv ”pør” av sama kyni eru gift í Føroyum, síðan lógin varð broytt?

4. Hví skulu vígslubræv og hjúnabandsbók hjá øllum teimum mongu pørum við kvinnu og manni, sum giftast, verða kynsneutral, bara tí at kanska okkurt hendinga ”par” av sama kyni verður gift?

5. Hví verða ikki serlig oyðubløð gjørd til tey fáu, í staðin fyri at ein alstórur meiriluti skal diskriminerast á henda hátt orsakað av einum pinkulítlum minniluta?

6. Hvør myndugleiki hevur givið boð um at broyta hesi hátíðarligu oyðubløð á henda hátt?

Á løgtingi, 19. september 2018

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður