Jóhan Hendrik dømur finaluna í morgin

ítróttur04-12-2020 - 18:17 - Jóanis Nielsen

Tað verður Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági, ið dømur finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 16:00

——————

– Hetta er størsti dysturin á árinum, so einki at ivast í, at eg eri spentur til uppgávuna, men samstundis eri eg eisini eyðmjúkur um møguleikan, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen við heimasíðuna hjá FSF.

Klokkan fýra seinnapartin leygardagin verður finalan í kappingini um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli. Liðini, ið hava spælt seg allan vegin í finaluna, eru Víkingur og HB.

Men eingin dystur uttan dómarar, og í ár verður tað Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági, ið skal døma. Afturat sær á síðulinjunum fer hann at hava Andrew Christiansen og Jan Andersen, meðan Rúni Gaardbo verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Jón Kári í Brekkuni.