Jóhan Hendrik Ellefsen er settur sum kommunustjóri í Vága kommunu

vinna02-06-2020 - 14:55 -

Vága býráð samtykti á býráðsfundi tann 29/05-2020, at seta Jóhan Hendrik Ellefsen, sum kommunustjóra í Vága kommunu.

Jóhan Hendrik er útbúgvin sum Cand. Jur. á Københavns Universitet.

Hann hevur starvast sum:

  • løgfrøðingur hjá Vørn
  • løgfrøðingur hjá Sjóvinnustýrinum
  • løgfrøðiligur ráðgevi hjá Keel Solution ApS, Keypmannahavn
  • Starvslesandi á Løgmansskrivstovuni, Tórshavn

Jóhan Hendrik er 32 ára gamal og býr saman við unnustu síni í Miðvági. Tey eiga tvey børn.