John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum - Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

John úttikið sín fyrsta landsliðshóp

ítróttur05-08-2019 - 13:27 - Jóanis Nielsen

Á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun kunngjørdi John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hvørjar hann hevur úttikið til landsdystirnar móti Wales og Hvítarusslandi, sum eru fyrstu dystirnir í komandi EM-undankapping.

Hósdagin 29. august klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum fyrsta dystin í komandi EM-undankapping. Mótstøðuliðið er Wales, og fimm dagar seinni, týsdagin 3. september skulu okkara kvinnur spæla á útivølli móti Hvítarusslandi.

Í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun klokkan 10:00. Á tíðindafundinum setti John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, navn á tær 20, ið eru boðsendar til fyrstu dystirnar í komandi kapping.

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)

Rebekka E. Danielsen, University of Kentucky (USA)

Rakul V. Magnussen, EBS/Skála

Katrina Akursmørk, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Olga Kristina Hansen, B36

Ansy S. Jakobsen, EBS/Skála

Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)

Sara S. Lamhauge, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Heidi Sevdal, HB

Sarita Maria Mittfoss, B36

Rebekka F. Benbakoura, HB

Føroyska kvinnulandsliðið spælir tríggjar EM-undankappingardystir í ár, og fimm undankappingardystir í 2020. Hini londini í bólkinum eru Norra og Norðurírland.