Jólabýurin í SMS verður tendraður

vinna08-11-2019 - 14:08 - Jóanis Nielsen

Mánadagin 11. november kl. 16.30 verður rættur jólahýrur í SMS, tá okkara størsti jólabýur higartil verður tendraður. Jólamaðurin kemur á vitjan, og vit bjóða bollar og kakao.

Novembermánaður er komin við kulda og kava, og tað merkir, at nú stundar til jóla. Í SMS fyrireika vit okkum til jóla við árliga jólabýnum, jólaposunum og einum jólaprýddum húsi.

Tá jólabýurin í SMS er tendraður, og børnini hugna sær millum nissur og reinsdjór, so vita vit, at nú er skjótt jól.