Nýggjastu


Jónleif Johannesen er nýggjur formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar

politikkur18-09-2015 - 19:15 -

Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið millum limir sínar 4 løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Starvstíð teirra er valskeiðið hjá tí Løgtingi, sum hevur valt teir.

Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar. Teir sum vórðu valdir vóru:

Fyri Javnaðarflokkin Jónleif Johannesen

Fyri Tjóðveldi Óluvá Klettskarð

Fyri Fólkaflokkin Jørgen Niclasen

Fyri Sambandsflokkin Magnus Rasmussen.

Formaður er Jónleif Johannesen og Óluvá Klettskarð er næstformaður.