Jørgen gevst sum sláturmeistari í Miklagarði

Vinna11-01-2021 - 20:08 - Jóanis Albert Nielsen

Jørgen Jørgensen, sláturmeistari, ið var fyrsta starvsfólk í SMS, tá virksemið byrjaði í 1977, leggur nú frá sær eftir 43 árum í starvinum. Hann hevur fingið Den Kongelige Belønningsmedalje fyri trúgva og drúgva tænastu

Vælkendi sláturmeistarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, fekk mánadagin 4. januar 2021Den Kongelige Belønningsmedaljefyri trúgva og drúgva tænastu eftir 43 árum í starvi. Samstundis hevur sláturmeistarin, sum var fyrsta starvsfólkið í SMS í 1977, valt at leggja frá sær vegna aldur.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, handaði vegna drotningina Jørgen JørgensenDen Kongelige Belønningsmedaljeá afturlatnari móttøku í Miklagarði. Kongaliga heiðursmerkið verður givið starvsfólkum í privatum fyritøkum, ið hava starvast 50 ár á sama stað, ella sum fara úr starvi eftir minst 40 árum á sama stað.

Jørgen Jørgensen varð settur í starv í september 1977. Hetta var ein mánað, áðrenn sølumiðstøðin, SMS, læt upp. Tá hann byrjaði, var ikki nógv søla av feskum kjøti í Føroyum. Tað kjøtið, ið var, var slaktað og hagreitt hert.d. fuglur, fiskur, seyður, hvalur og hendinga sjáldan neytakjøt.

- Jørgen var ein av teimum fyrstu at innflyta feskt kjøt, og hann hevur harvið verið við til at víðka kulinariska sjónarringin hjá føroyingum. Vit ynskja Jørgen hjartaliga tillukku við kongaliga heiðursmerkinum og takka honum fyri megnararbeiðið, hann hevur avrikað hesi 43 árini, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

Rasmus Konggaard yvirtekur leiklutin hjá Jørgen Jørgensen. Hann hevur starvast í slaktarínum í Miklagarði seinastu 14 árini, og hann hevur sostatt drúgvar royndir innan slakt og framleiðslu.

- Rasmus Konggaard hevur arbeitt saman við Jørgen í nógv ár, og hetta kemur óivað til sjóndar í arbeiðinum á slaktarínum, hóast Rasmus eisini uttan iva fer at seta sín egna dám á framleiðsluna og menningina, sigur Niels Mortensen.