Jórun og Torfinn í Smiðjuni í Lítluvík

mentan24-05-2019 - 10:55 - Jóanis Nielsen

Í dag klokkan 14.00 lata Jórun S. Haraldsen og Torfinn Jacobsen úr Miðvági, upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Á framsýningini eru 29 málningar.


Bæði Jórun og Torfinn hava fyrr havt framsýning í Smiðjuni hvør sær, men hetta er fyrstu ferð, tey
hava framsýning saman.


Framsýningin er opin til og við týsdagin. Opið er hesar tíðir: Í dag frá klokkan 14.00 til 19.00, leygardagin frá klokkan 12.00 til 18.00, sunnudagin frá klokkan 15.00 til 18.00, mánadagin og týsdagin frá klokkan 12.00 til 18.00.