Jupiter kemur á Fuglafjørð í morgin

vinna27-02-2020 - 22:45 - Jóanis Nielsen

 Jupiter er áveg á Fuglafjørð við 2.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Jupiter verður á Fuglafirði í morgin.

Í kvøld landar Høgaberg, so skal Fagraberg landa, Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð í nátt, teir landa aftaná Fagraberg, Gitte Henning kemur í morgin, teir landa aftaná Finn Fríða, so Jupiter landar helst ikki fyrrenn týsdagin.

Norðingur er í kvøld farin at sigla heim.