Mynd: Reidar Simonsen.

Jupiter kemur á Tvøroyri í kvøld

vinna16-11-2019 - 11:35 - Jóanis Nielsen

 Jupiter er á veg á Tvøroyri við 1.100 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir verða á Tvøroyri kl. 10 í kvøld og sleppa at landa beinanvegin teir koma á Tvøroyri.

Jupiter hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Jupiter fyri løtu síðan, skiparin Emil Petersen segði, at teir nú hava fiskað sildakvotuna og at teir nú fara á makrelveiðu, tá ið teir loysa aftur.