Mynd:: Reidar Simonsen.

Jupiter kemur á Tvøroyri tíðliga í morgin

vinna16-09-2019 - 23:14 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur verið til sildafiskiskap norðanfyri Ísland, kemur Á Tvøroyri tíðliga í morgin við 600 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir rokna við at sleppa framat at landa, beinanvegin teir koma inn.

Vit tosaðu umborð á Jupiter í kvøld, teir siga at tað er bæði góð og stór sild teir koma við - 450 gramm.

Sildin har teir hava roynt, t.e. norður úr Grimsey, flytir seg skjótt eystureftir, hon flytir seg einar 20 fj. um døgnið.

Fleiri føroysk skip eru á sildaveiðu norður úr Íslandi.