Jupiter skal landa í Thyborøn

vinna22-03-2020 - 10:19 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Írlandi, er á veg til Danmarkar við útvið 2.400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa í Thyborøn.

Jupiter verður í Thyborøn mánadagin, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma til Thyborøn.

Teir eru í løtuni staddir innanfyri Hebridurnar, har var fínasta veður í morgun, tá ið vit tosaðu umborð.