Jupiter skal landa sild á Tvøroyri

vinna17-10-2018 - 13:47 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi norðanfyri, kom á Havnina fyrrapartin, tí okkurt viðlíkahaldsarbeiðið skal geras har.

Teir hava 600 tons av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, men í løtuni landar Finnur Fríði, so eigur Trónduur í Gøtu tørn og so Jupiter.