Nýggjastu


Kambur, Eivind, Jákup B. og Stapin komu á Flemish Kap í dag

vinna21-01-2020 - 16:15 - Jóanis Nielsen

 Línuskipini Kambur, Eivind, Jákup B. og Stapin komu á Flemish Kap fyrr í dag, teir eru júst liðnir at seta fyrstu setuna, so spennandi verður.

Jógvan I. kom á fiskileið í gjár og helst verður Klakkur á fiskileið í morgin.

Veðrið er hampuligt og forsøgnin fyri komandi dagarnar er góð.