Kanadiski trolarin INUKSUK er á Vági eftir trollemmum

14-05-2018 - 22:44 - Jóanis Nielsen

Kanadiski trolarin INUKSUK, sum hevur verið á verft í Danmark, kom á Vág í kvøld. Teir skulu hava føroyskar trollemmar frá Lemmavirkinum í Vági.

Trolarin fiskar svartkalva og rækjur í kanadiskum sjógvi. Tá ið teir fara av Vági í morgin, tá gongur leiðin á Hafnafjørð í Íslandi, har teir skulu hava fólk frá Kanada umborð, so gongur leiðinn í kanadiskan sjógv at fiska svartkalva, tað verður eystur úr suðurendanum Baffin Island.

INUKSUK er 60 metrar langur og 13 metrar breiður, hann lastar 650 tons av svartkalva, tá ið teir eru til rækjufiskiskap, tá er pláss fyri 420 tonsum av rækjum í lastina.

Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.