Katrin Jóhanna er á veg á Miðvág

Vinna19-08-2019 - 10:40 - Jóanis Albert Nielsen
Katrin Jóhanna ið hevur roynt norður úr Føroyum setti í morgun kós á Miðvág, har hon skal landa makrel til Snarfrost.

Katrin Jóhanna byrjaði túrin 15. august, og hevur fingið 250 tons av makreli. Katrin Jóhanna verður á Miðvági tíðliga í morgin.

Torført at finna fólk
Fyrst í árinum lat Snarfrost upp, og tók ímóti fyrstu lastini frá Katrin Jóhonnu. Ingi Olsen virkisleiðari á Snarfrosti sigur, at tað hevur verið ein trupuleiki at finna fólk at arbeiða. Tí heitir hann á fólk ið hava áhuga at fáa arbeiði á Snarfrosti um at venda sær til sín á tlf: 284666.