Katrin Jóhanna er farin at sigla inn

Vinna18-09-2019 - 20:24 - Jóanis Albert Nielsen
Katrin Jóhanna ið hevur verið á makrelveiðu fyrst í føroyskum sjógvi, og síðani í norskum sjógvi setti í kvøld kós móti Føroyum.

Katrin Jóhanna kemur á Vestmanna seinnapartin í morgin, og hevur hon fingið 360 tons av makreli.

Makrelurin verður landaður til Vestmanna Seafood og Snarfrost í Miðvági.