Katrin Jóhanna er farin at sigla heim

Vinna11-11-2019 - 17:32 - Jóanis Albert Nielsen
Katrin Jóhanna setti fyri løtu síðani kós ímóti Føroyum. Katrin Jóhanna hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri.

Katrin Jóhanna hevur henda túrin fingið 600 tons av sild, og liggur støddin um 370 gramm. 

Katrin Jóhann verður á Vestmanna í morgin um 14-tíðina, har landa verður til Vestmanna Seafood. Í Vestmanna verður eisini pumpa í tangabilar, og so verður tað koyrt til Snarfrost í Miðvági, og TG Seafood í Hvalba.