Katrin Jóhanna er farin á sildaveiðu

Vinna08-10-2019 - 21:09 - Jóanis Albert Nielsen
Katrin Jóhanna hevur í eina lítla viku leitað eftir makreli í norskum sjógv uttan úrslit. Vit tosaðu við skiparin umborð á Katrin Jóhonnu fyrr í dag. 

Árni Dalsgaard sigur, at teir sóu einki til makrel í norskum sjógvi, og eru tí farnir á sildaveiðu norður úr Føroyum.