KBI hevur keypt akkumulator-fyritøkuna Pólar

27-05-2020 - 23:27 - Jóanis Nielsen

Tað er við størstu virðing og stoltleika at KBI yvirtekur vælkendu akkumulator-fyritøkuna, Pólar, sum framvegis verður við Rættará í Tórshavn. Vit fara at veita kundunum so góða tænastu, sum til ber. 

Pólar selur akkumulatorar og battarí frá kendum framleiðarum, sum Varta og Panasonic og løðitól frá Ferve. Tit eru altíð vælkomin inn - kaffi og smíl eru sjálvandi ókeypis, tað skrivar Karl Birgir Isaksen á Facebook.