Kendur trúboðari 75

mentan29-03-2020 - 10:46 - Jóanis Nielsen

KENDUR TRÚBOÐARI 75

- lunnarnir lagdir í samkomuni

Ein av kendastu føroysku trúboðarunum feiraði sín 75 ára føðingardag fríggjadagin 06. mars.

Talan er um Klaksvíkingin Óla Jacobsen, eisini róptur Óli á Grømma. Óli vaks upp í Klaksvík, har hann fekk gott í sálina bæði í fólkaskúlanum og í sunnudagsskúlanum. Foreldur hansara og systkin komu regluliga í samkomuna í Betesda, har Óli í sínum barna- og ungdómsárum kom at hava sítt fasta pláss.

Tað var í Betesda, at lunnarnir undir hansara livsleið vórðu lagdir. Har hoyrdi hann á møtum og í sunnudagsskúla um evangeliið, sum mátti boðast fyri teimum, sum aldri hava hoyrt evangeliið. Har upplivdi hann eisini at síggja og hoyra fremmandar trúboðarar, sum vitjaðu samkomuna, og sum greiddu frá trúboðaravirki í fjarskotnum londum og støðum. Tað var her hann fekk kallið at fara út á Missiónsmarkina við evangeliska boðskapinum, og longu sum 20 ára gamal, í 1965, fór Óli til USA á trúboðaraskúlan New Tribes Mission.

Óli hevur búð í USA síðani tá. Hann møtti Judy á skúlanum, og í 1968 giftust tey. Óli og Judy búgva í dag í Birmingham í statinum Alabama. Tey fingu tveir synir.

Óli kom tíðliga í leiðsluna innan New Tribes Mission, og hann er framvegis virksamur innan New Tribes. Hann og Judy ferðast nógv um allan heim, har tey vitja trúboðarar og luttaka á stórum missiónsstevnum, har høvuðsuppgávan hjá Óla er at undirvísa og vegleiða trúboðarum.

CORONA

Arbeiðsdagurin hjá Óla og Judy er eisini ávirkaður av Koronavirus. Tey siga í einum brævi, sum er skrivað 18. mars, at tey gera eftir tilmælunum frá myndugleikunum og

halda seg innandura. Tey leggja afturat, at øll møtir og Gudstænastur eru avlýst, og at øll matstøð eru latin aftur í býnum. Í kalendaranum hjá teimum stendur, at tey skula vitja í Indonesia, Filipsoyggjunum og Teilandi í juni og juli, men, skrivar Óli, at nú er alt óvist og vit mugu bíða og síggja hvussu umstøðurnar verða tá. Tey royna at gera so nógv sum møguligt av arbeiði heimanífrá, og fleiri fundir verða nú hildnir yvir Skype.

Óli endar brævi við hesum orðum: “Avbjóðingarnar eru nógvar og fløktar í teimum ymisku londunum, og serliga har læknaviðurskiftini eru serliga vánalig, sum t.d. í Papua Ný Guinea.”

Í Sosialinum mikudagin 18. mars hevur Arnstein Niclasen áhugaverda føðingardagsgrein um Óla og Judy, har hann eisini kemur inn á hansara ungdóms trúboðara starvsfelagar Páll Poulsen, Jógvan Purkhús og Hans Sivertsen. Greinin kann eisini lesast á heimasíðuni hjá Oyggjatíðindi