KÍF vann 2. deild hjá monnum

ítróttur28-02-2021 - 09:58 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár var finaluumfarið í 2. deild hjá monnum leikt. Fimm lið hava í ár dystast í 2. deild, og var tað bert EB sum ikki spældi seg til finaluumfarið. StÍF var annars liðið ið vann allar dystirnar í grundspælinum.

Í hálvfinalunum møttust:

SÍF - KÍF

Neistin - StÍF

Úrslitið var at KÍF vann kappingina, Neistin nummar tvey og StÍF nummar trý.