KÍF vann 22-21 á Neistanum

ítróttur23-02-2020 - 18:26 - Jóanis Albert Nielsen
Landskappingin hjá monnum var í dag tikin upp aftur. Landskappingin hevur ligið still meðan steypakappingin hevur verið í gongd.

Í Kollafirði tók KÍF ímóti Neistanum, og ætlar KÍF at sleppa í hálvfinalurnar var ein sigur eitt krav.

Tað komu ikki nógv mál í dystinum í Kollafirði, í alt 43 mál.

Neistin legði betri fyri, og komu á odda 0-2 eftir 2. min. Men so gongu tað heili 12. minuttir afturat áðrenn teir fingu sítt 3 mál, tá var støðan 4-3 til KÍF. Hálvleiksstøðan var 10-9 til teir reyðu úr Kollafirði.

Tá ið 17. minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 15-17 til Neistan, og tá ið 8. minuttir vóru eftir vóru teir bláu úr Havn á odda 17-20. KÍF vann dystin 22-21.

Málskjúttar:
KÍF: Nicklas Selvig 8, Andrias Nielsen 4, Rúni Joensen 3, Rani Højgaard 2, Hørður F. Sigtórsson 2, Atli Hammer 1, Teitur Joensen 1 og Pætur Debes 1.

Neistin: Dánjal Ragnarsson 6, Jonn Rói Tórfinnsson 5, Tróndur Mikkelsen 3, Rasmus Søby 3, Johannes Bjørgvin 1, Herbjørn Lava 1, Kristjan Dulavík 1 og Julian Kragesteen 1.