KÍ-filmurin “Vegurin til gullið 2019” – nú kunnu øll síggja hann

ítróttur17-04-2020 - 10:30 - Jóanis Albert Nielsen

Nú kunnu øll áhugað síggja KÍ-filmin “Vegurin til gullið 2019” um søguliga føroyameistaraheitið hjá KÍ í bestu mansdeildini, sum Solby Christiansdóttir, journalistur, og miðlafyritøkan RACLIP v/Pætur Høj hava framleitt fyri Bláu Bylgjuna.

Tað var í oktober í fjør, at KÍ vann føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini við at vinna 3-0 á B36 í allar seinasta dystinum, sum var ein sonn finala um FM-heitið í Gundali.

Seinast, KÍ var føroyameistari, var í 1999, tvs. fyri 20 árum síðan, so talan var um ein søguligan sigur, sum fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, hevur latið gera ein film um: “Vegurin til gullið 2019”.

Filmurin varð frumsýndur í Spinnarínum í Klaksvík um mánaðarskiftið februar-mars, og í vikuni áðrenn, at landskappingin 2020 eftir ætlan skuldi byrja, varð filmurin eisini vístur í Kringvarpi Føroya.

“Vegurin til gullið 2019” er ein tími av málum, bjargingum, avgerandi løtum, hæddarpunktum og at enda FM-sigrinum á seinasta leikdegi, sum verða lýstar við upptøkum av dystum og øðrum kring dystirnar og við samrøðum við leikarar, høvuðsvenjaran, fjepparar og onnur fólk í og kring felagið.

- Vit í Bláu Bylgjuni eru sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at fáa framleitt hendan filmin, sum er eitt gott søguligt skjal og ein virðiligur varði yvir hetta flotta føroyameistaraheitið í 2019, sum felagið við sterkasta liðnum, størstu viðhaldsfjøldini og bestu stuðlunum í landinum vann og harvið kundi taka steypið heimaftur til Klaksvíkar, sigur Jaspur Jakobsen, formaður í Bláu Bylgjuni.

Nógv sóu filmin í Spinnarínum og enn fleiri í Kringvarpi Føroya, men nú liggur “Vegurin til gullið 2019” á youtube, har øll, sum hava áhuga, kunnu síggja hann á hesari slóðini:

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=p0HH8S-pHJM&feature=youtu.be]