Kjarnumál 4: Greið mørk millum arbeiði og frítíð

19-07-2019 - 11:45 - Jóanis Albert Nielsen

Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019. Síggj og hoyr stjórnmálafrøðingin, Regin Berg, sum hevur samskipað verkætlanina, greiða nærri frá kjarnumáli 4: Greið mørk millum arbeiði og frítíð.

Tað skal vera javnvág millum arbeiði, frítíð og hvíld. Líka síðani løntakarar fóru at skipa seg í fakfeløg hevur tað verið eitt aðalmál at fáa samanhangandi hvíld og frítíð, ið loyvir einum at gera annað enn at arbeiða. Tó at sáttmálar og arbeiðsmarknaðarlóggáva stuðla hesum, eru í dag greið tekin um, at mørkini eru farin at kámast. Javnvágin er komin undir trýst.

Nýggj tøkni og arbeiðsgongdir hava gjørt, at arbeiðslívið er farið at breiða seg til frítíð og hvíld. Í ringasta føri kann gongdin hava heilsuligar og fíggjarligar avleiðingar fyri einstaklingar, familjur og samfelagið.

Starvsmannafelagið heldur, at arbeiðsgevarar og politiska skipanin eiga við hóskandi tiltøkum at tryggja, at markið millum arbeiðslívið og frítíðina ikki verður skeiklað.

Hoyr Regin Berg greiða frá kjarnumáli 4.

Tey 6 kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:

1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

2: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard

3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard

4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð

5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving

6: Livikorskanningar, ið varp ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranumn.

Lesið meira um kjarnaumálini á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Har ber eisini til at síggja hvørja støðu politisku flokkarnir hava til málini. Hygg undir Tema, www.starvsmannafelag.fo.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=W07DbQcerJM]