Mynd: Ísak Mikladal.

Klakkur landar í Klaksvík

vinna31-07-2020 - 11:13 - Jóanis Nielsen

Frystilínuskipið Klakkur, sum hevur roynt við Føroyar seinastu 5 vikurnar, landar í morgun til NFCS í Klaksvík, teir hava 140 tons í flaki.

Tað vóru 16 mans við Klakki, skipari var Bethuel Johannesen.