Klaksvíkingar skrivaðu søgu

ítróttur29-10-2019 - 18:15 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: KÍ er fyrsta felag, ið sama kappingarár hevur vunnið bestu og næstbestu deildina hjá monnum, umframt bestu deildina hjá kvinnum. Men samanlagt var tað HB, ið fór avstað við flest heiðursmerkjum í ár.

Kappingarárið 2019 er av, og vinnararnir í øllum deildum og kappingum eru funnir. Og um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum, so hilnaðist árið serliga væl fyri HB, KÍ, Víking og B36.

Samanlagt vann HB flest heiðursmerki, men við at vinna gull í Betri Deildini hjá monnum, gull í næstbestu deildini hjá monnum, umframt gull í Betri Deildini hjá kvinnum, skrivaðu klaksvíkingar seg í søgubøkurnar.

Í nýggjari tíð er tað nevniliga ongantíð hent áður, at sama felag hevur vunnið fremstu deildina hjá monnum, næstfremstu deildina hjá monnum, og fremstu deildina hjá kvinnum sama kappingarár.

Yvirlit yvir allar føroyameistarar og steypavinnarar fyri kappingarárið 2019 sæst her: Føroyameistarar og steypavinnarar 2019