Kom við til Bassafótbólt

ítróttur20-05-2019 - 17:00 - Jóanis Nielsen

Kom við, tá Betri og FSF skipa fyri túnabólti kring landið fyri U7 og U9.😄Bassi vitjar við onkrum góðum til børnini, og vinningur verður latin vinnandi liðunum í hvørjum øki.


Eisini sleppa vinnarar at luttaka í finalutiltaki á Tórsvølli í sambandi við steypafinalurnar 21. septembur 2019.

Melda til her:www.atgongumerki.fo/fsf.

Tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst. Freist at melda til er tveir dagar áðrenn kappingina.

Her verður Bassafótbólturin:

VÁGAR mánadagin 27. mai kl. 15.30

KLAKSVÍK fríggjadagin 31. mai kl. 15.30

SANDUR hósdagin 6. juni kl. 15.30

SALTANGARÁ fríggjadagin 14. juni kl. 15.30

TÓRSHAVN mánadagin 17. juni kl. 15.30 fyri dreingir

TÓRSHAVN týsdagin 18. juni kl. 15.30 fyri gentur

TVØROYRI hósdagin 20. juni kl. 15.30