Koma aftur úr Vestaruskor - myndir

21-09-2019 - 22:43 - Jóanis Nielsen

 Sandavágsmenn hava í dag verið í Vestaruskor, har teir í vár sleptu 18 hornaseyðum, teir fingu 16 seyðir aftur.

Alt gekk av tí besta í góðveðrinum í dag, vit hava fingið nakrar myndir, sum eru tiknar á Oyragjógv og við minnisvarðan í Sandavági - eisini hava vit myndir frá flettingini í kvøld.

Í kvøld eru 6 seyðir flettir, teir vigaðu: 69, 86, 80, 79, 70 og 74 pund.

Tær flestu myndirnar hava Dánial Christoffersen og Sólja Jóanisdóttir tikið.