Komið og syngið í Vágakórinum

mentan15-09-2019 - 17:32 - Jóanis Nielsen

Mánakvøldið 30. september kl. 19:30 fer Vágakórið undir nýtt og spennandi sangár.

Kórleiðari er Katrin á Borg Johannesen. Katrin hevur nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk. Hon hevur sungið og undirvíst í ymiskum sang- og tónleikasamanhangum, og hevur drúgvar royndir sum ungdómskórleiðari.

Vit vilja fegin bjóða nýggjum sangarum, bæði ungum og eldri, royndum sum óroyndum í Vágakórið, og saman við okkum gera kórið til eitt fjølbroytt og vælljómandi oyggjakór. Vit síggja týdningin av at hava eitt kór í oynni, og ofta eru boð eftir okkum, tá eitthvørt tiltak er, bæði til gaman og álvara.

Vit hittast hvørtmánakvøld kl. 19.30 til 21.30 í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vit vóna at síggja nógv nýggj andlit, tá vit nú byrja aftur eftir summarsteðgin.

Nevndin "