Mynd: Tróndur Dalsgarð

Kommunur og kunningarstovur kunnu søkja um ferðavinnustuðul til almennar verkætlanir

Vinna03-06-2019 - 16:23 - Jóanis Albert Nielsen

Nú er aftur møguligt at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar verkætlanir, ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring landið betri.

Umsóknartreytir:

Íløgan skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri borgarar og ferðavinnuna á staðnum.

Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi ísv. ferðavinnuna, t.d. gøtur, útsýnisstøð, dvalavikar, skelting ella til kunnandi tilfar. Eisini er møguleiki at fáa stuðul til verkætlanarsett starvsfólk í eitt tíðarskeið, t.d. til at framleiða eina menningarætan fyri økið, eins og stuðul kann verða latin til førleiklamennandi endamál.

Stuðul verður sum útgangsstøði latin við støði í krónu-fyri-krónu meginregluni, ið merkir, at kommunan í minsta lagi fíggjar helmingin av verkætlanarkostnaðinum.

Tá avgerð um stuðul verður tikin, verður atlit tikið til:

  1. Hvussu stórir menningarmøguleikarnir eru í mun til ferðavinnuna
  2. At talan er um eina burðardygga verkætlan, ið tekur atlit til staðbundin viðurskifti
  3. At verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv, t.d. í mun til val av tilfari og staðseting
  4. At stuðulin, so væl sum til ber, verður býttur út á ymisk øki kring landið

Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um tvørkommunala verkætlan.

Umsóknarfreist:

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. Juni.

Umsóknir skulu sendast til info@visitfaroeislands.com.

Umsóknin skal innihalda eina neyva lýsing av verkætlanini, eina tíðarætlan og eina fíggjarætlan, ið vísir samlaða metta kostnaðin av verkætlanini.