Komu ikki á mál í nátt

Politikkur13-09-2019 - 07:37 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 22 í gjárskvøldið komu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin saman aftur til samráðingar. Tá vóru 23 tímar farnir frá tí flokkarnir fóru hvør til sítt uttan at avtalað eina nýggja tíð um at møtast.

Men heldur ikki í nátt var nøkur semja funnin millum flokkarnar um hvussu teir skulu býta málsøkini millum sín.

Flokkarnir møtast aftur nú klokkan 08:30, og klokkan 09:30 skal Bárður á Steig Nielsen møtast við tingformanninum, og siga honum hvat stastus er, tað veit portal.fo at siga.