Konjunkturbarometrið fellur

vinna04-07-2020 - 10:17 - Jóanis Nielsen

Tølini frá konjunkturkanningini fyri juni eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Tær fimm kanningarnar eru gjørdar um hálvan juni og eftir at koronu-farsóttin hevði herjað í góðar tríggjar mánaðir, og kunnu hesar kanningarnar sammetast við kanningar gjørdar stutt áðrenn koronu-farsóttin kom til landið. Hesaferð er treystitalið munandi lægri í mun til seinastu mongu kanningarnar. Onnur nýliga dagførd hagtøl vísa, í hvønn mun áleikandi altjóða heilsukreppan rakar føroyska samfelagið og búskapin, og júst gjørdu kanningarnar vísa, hvussu brúkarar og fyritøkur meta um fíggjarligu og búskaparligu støðuna og útlitini.

reystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið í støðugari legu seinastu trý til fýra árini, men er fallið frá 32 í januar til -16 í juni. Talan er um størsta fallið frá einari kanning til aðra hesi 14 árini, kanningarnar hava verið gjørdar.

Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær, og til hvørja av hesum fimm kanningunum ber til at finna fram nettotølini í hagtalsgrunninum fyri hvønn einstakan spurning í ymsu kanningunum. Samanumtikið eru øll fimm vísitølini fallin í mun til kanningina í januar.

Húsarhaldini eru varin
Vísitalið í brúkarakanningini, ið er miðal svarbýtið frá 4 út av 15 spurningum í brúkarakanningini, er fallið frá 5 í januar til 0 frá júst gjørdu kanningini. Øll fýra undirliggjandi nettotølini eru fallin og harvið viðvirkandi til fallið í samlaða vísitalinum

Svarini til einstøku spurningarnar vísa, at húsarhaldini í miðal meta sína egnu fíggjarstøðu í løtuni at vera nakað verri sammett fyri hálvum ári síðan, eins og metingin um samlaðu búskaparstøðuna í landinum samstundis eisini er verri.

Til spurningin, hvussu fíggjarliga støðan hjá húsarhaldinum væntast at broytast komandi árið, so er svarbýtið nærum óbroytt í mun til fyri hálvum ári síðan og innan koronu-farsóttin byrjaði. Til spurningin, hvussu gongdin í føroyska búskapinum væntandi verður komandi árið, so meta lutfalsliga fleiri hesaferð sammett fyri hálvum ári síðan, at gongdin verður verri. Hetta bendir á, at húsarhald kenna seg trygg við sína egnu fíggjarstøðu, meðan verri verður við búskapinum annars.

Til spurningin um tað verður mett at verða rætta løtan at gera størri keyp, so eru lutfalsliga færri hesaferð í mun til kanningina í januar, ið meta tað vera røttu løtuna.

Til spurningar um væntað verður, at størri keyp av t.d. møblum og elektroniskum lutum verða gjørd, at bilur verður keyptur og størri upphæddir verða brúktar til bústaðarábøtur næsta árið í mun til undanfarna árið, so svara hinvegin lutfalsliga fleiri hesaferð í mun til seinast, at so verður. At húsarhald soleiðis í minni mun meta tað vera røttu løtuna at gera størri keyp, men samstundis í størri mun rokna við størri keypi næstu 12 mánaðirnar sammett við seinastu kanningina frá januar, bendir á, at hildið verður aftur við nýtsluni nú koronu-farsóttin leikar á, og nýtslan harvið er útsett nakað.

Minni útlendskur eftirspurningur eftir vørum frá tilfeingisvinnu og øðrum ídnaði
Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 35 til -28, og metingin um støðuna í løtuni og útlitini næstu 12 mánaðirnar eru tætt við eins døpur sum við seinastu fíggjarkreppu fyri umleið 12 árum síðan.

Framleiðslan hjá hesum vinnubólkinum er í stóran mun bundin at útlendskum eftirspurningi og til spurningin um, hvussu stórar bíleggingarnar úr útlandinum eru í mun til vanliga stødd, so hevur alsamt størri partur av fyritøkunum seinastu 2 árini mett seg hava fleiri bíleggingar úr útlandinum í mun til vanliga, men til hesa kanningina sigur størri partur av fyritøkunum seg hava væl færri bíleggingar enn vanliga.

Ávísin hjá byggivinnuni er fallin javnt seinastu tvey árini
Ávísin í byggivinnuna er fallin fyri hvørja kanning seinastu tvey árini, og nú er breið semja í byggivinnuni um, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið.

Til kanningina fyri hálvumøðrum ári síðan segði byggivinnan seg í miðal at hava tryggjað arbeiði í 18 mánaðir, og til hesa kanningina er talið í miðal 9 mánaðir.

Ávísin hjá tænastuvinnuni tætt við søguliga lágur
Tænastuvinnan er ivaleyst vinnubólkurin, ið hevur merkt avleiðingarnar frá almennu koronu-tiltøkunum um frástøðu og ferðastongsli harðast. Treystið hevur verið støðugt høgt seinastu umleið 3 árini, men er við einum brádligum falli farið nærum niður á lægsta støði í tíðini, hesar kanningarnar hava verið gjørdar.

Í undanfarnu kanningunum hevur meirilutin av tænastufyritøkunum mett, at tørvurin á arbeiðsmegi verður størri næsta árið. Til hesa kanningina metir ein meiriluti av fyritøkunum, at tørvurin á arbeiðsmegi verður minni komandi árið.

Treystið í handilsvinnu og smásølu lutfalsliga lítið broytt
Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu, og samanborið við aðrar vinnubólkar í kanningini, so er treystið fyri henda vinnubólkin ikki minkað í sama mun.

Til spurningin um, hvussu mett verður um søluna næsta árið, so metir framvegis ein meiriluti av handilsfyritøkunum, hóast hesin er eitt sindur minni enn kanningarnar seinastu sjey árini, at sølan verður vaksandi komandi 12 mánaðirnar.