Konsert í Løkshøll

mentan09-10-2019 - 13:36 - Jóanis Nielsen

Konsert við Ólavur á Váli Olsen v/ bólki

Leygardagin 19. oktober verður Løkshøll í Runavík karmur um stórfingna og sjáldsama konsert við Ólavi á Váli Olsen og bólki.

Hetta verður aðru ferð, Ólavur skal spæla í Løkshøll, og áhoyrarar kunnu vænta eina vælfyrireikaða og gjøgnumhugsaða konsert frá einum trubaduri í toppformi.

Ólavur hevur givið tvey nýggj løg út í ár, sum sjálvsagt vera at hoyra, og annars verður alt tað góða frá fløguni "Her & Nú" eisini á settlistanum.

Orkestrið er mannað av:

Ólavur á Váli Olsen - Akk guitar og sang

Henning Hjalt Nicodemussen - Trummur

Erik Biskopstø - Bass

Magni Husgaard - Klaver

Jóhan Ziskason - El guitar

Laila Carlsen - Kór

Charlotta á Váli Olsen - Kór

Konsertin byrjar kl 20. Dyrnar opna kl 19.