Konsertin mátti brótast av, tá ið vatn streymaði inn í Spaniastovu

mentan01-03-2020 - 13:16 - Jóanis Nielsen

Rani Nolsøe skrivar á Facebook:

Tað sum hendi til útgávu konsertina í kvøld í Spaniastovu hevur nakar neyvan upplivað fyrr.

Samstundis sum gólvið í Miðstovuni lyfti seg upp og tekjan í norðara enda reyk av, sprongdust tveir glasveggir inn í Spaniastovu.

Tað førdi tíanverri við sær at nøkur fólk máttu niðan á sjúkrahúsið. Tíbetur kom eingin, tað vit hava frætt, alvorliga til skaða.

Men konsertin mátti brótast av, tá vatn streymaði inn í Spaniastovu.

Vónandi eru øll nú komin væl og heilskapað aftur til hús.

Frá okkum skal tað bara ljóða, at vit fara at gera alt sum vit kunnu fyri at halda konsertina umaftur, tá Spaniastova er umvæld. Vit hoyrast nærri um tað.

Takk fyri í kvøld og alt tað besta framyvir.