Koronadeildin tillagað og flutt í onnur høli

corona07-05-2020 - 10:14 - Jóanis Nielsen

Fyri at fáa til vega fleiri medisinsk seingjapláss á Landssjúkrahúsinum er koronadeildin fyribils flutt á B5 og seingjadeildin á barnadeildini er fyribils flutt á B7.

Í mars varð serstøk koronadeild skipað á Landssjúkrahúsinum í sambandi við koronatilbúgvingina, sum Sjúkrahúsverkið tá setti í verk. Hetta hevði við sær, at talið av medisinskum seingjaplássum lækkaði við 15 plássum.

Núverandi støða, við mest sum ongari koronasmittu í Føroyum og varisligari upplating av samfelagnum, ger, at tað er neyðugt at tillaga tilbúgvingina.

Tillagingin hevur yvirskipað tvey mál:

  1. At varðveita koronadeildina og tillaga tørvin. Fleiri enn 100 sjúklingar við illgruna um COVID-19 hava verið innløgd á koronadeildini. Sjey hava fingið staðfest smittuna, men talið er minkandi. Við hesum verður tryggjað, at Sjúkrahúsverkið er til reiðar, um smittan skuldi tikið dik á seg aftur.
  2. At økja talið aftur av medisinskum seingjarplássum, sum var minkað úr 39 niður í 24 tá koronatilbúgvinigin var sett í verk. Tørvur hevur alla tíðina verið á hesum seingjaplássum, tí talið av akuttum medisinskum sjúklingum hevur verið sum vant. Trýstið hevur tí verið stórt á medisinsku deildunum.

Seingjadeildin á barnadeildini fyribils flutt uppá B7
Eftir at hava viðgjørt ymiskar møguleikar og ráðført seg við smittukøn hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum gjørt av at flyta koronadeildina á B5. B5 fer sostatt at hýsa koronadeildini við trimum seingjarplássum, umframt ambulanta virkseminum hjá barnadeildini.

Seingjardeildin á barnadeildini verður flutt á B7, sum eisini verður apopleksi (medisinsk) seingjadeild. Hurð er sett í, sum skilir deildina í tvey. Seinastu dagarnar eru hølini gjørd klár og mannagongdir fyrireikaðar, so klárt var at flyta í gjár.

Semja er gjørd við deildirnar um, at barnadeildin aftur verður savnað á B5 í seinasta lagi tann 31. august 2020.

Arbeiðið við nevndu tillagingum hevur elvt til ørkymlan millum starvsfólkini á barnadeildini. Leiðslan harmast um ikki at hava verið nóg góð til at taka starvsfólkini við í hesa tilgongd. Tí var ætlaða broytingin í fyrstu syftu útsett, og stundir vórðu settar av til at kunna starvsfólkini betri og svara teimum ivaspurningum, ið ætlaðu broytingarnar kundu hava við sær.